Innanlands

Stór bilasølustevna í Trongisvági

Fleiri bilasølur eru við umframt fleiri aðrir handlar og fyritøkur. Eisini skal flottasti bilur í Suðuroy finnast

(Mynd: Tvøroyrar Nýggjársnevnd)

(Mynd: Tvøroyrar Nýggjársnevnd)

2021-05-08 13:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um vikuskiftið er afturvendandi sølustevnan, sum Tvøroyrar nýggjársnevnd skipar fyri á hvørjum ári.

Stevnan verður í Trongisvági, og opið er frá klokkan 14 til klokkan 20 í dag og í morgin.

Eins og undanfarin ár eru fleiri bilasølur við. Fleiri aðrir handlar og fyritøkur koma norðaneftir eins og handlar úr Suðuroy eru við.

Flottasti bilur í Suðuroy skal eisini finnast.

Tað verður okkurt hjá børnum at fara til, tí í skúlagarðinum eru hoppiborgir at stuttleikar sær við.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder