Uttanlands

Støjberg og borgarligir flokkar vilja koppa Mette Frederiksen

- Hendan SVM-stjórnin hevur verið eitt misfostur frá byrjan, sigur forkvinnan í Danmarksdemokraterne. Hon og onnur í bláa blokkinum fríggja til Venstre og Troels Lund Poulsen

Inger Støjberg ynskir eina

Inger Støjberg ynskir eina "bláa stjórn": At Venstre kemur yvir um miðjuna aftur (Mynd: EPA)

2025-08-21 21:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Forsætisráðharrin Mette Frederiksen skal koppast og sendast út úr forsætismálaráðnum.

Hetta var greiði boðskapurin hjá Inger Støjberg, tá Danmarksdemokraterne høvdu summarfund í Nørre Vosborg í Midtjyllandi í dag.

TV2 var ein av miðlunum á staðnum. Í videobroti hjá teimum byrjar Inger Støjberg á bersøgnan hátt:

- SVM-stjórnin hevur verið eitt misfoster.

Fokvinnan í Denmarksdemokraterne slær fast, at tey sum borgarligur flokkur vilja hava eina bláa stjórn.

- Okkara sál kann ikki seljast fyri deiliga luktin av leðuri í einum ministarabili, sigur Støjberg, og prikar helst til Venstre

Seinastu árini hevur talan verið um eina samgongu yvir miðjuna í donskum politikki. Hetta við Venstre sum tí stóra flokkinum úr bláa blokkinum. 

Danmarksdemokraterne var næststørsti flokkur á hesari síðuni - Talan var um eitt fyrsta val hjá nýggja flokkinum við Støjberg á odda. Tørvur er tó á Venstre, og tí rætta hon og onnur í bláa blokkinum hondina út til Troels Lund Poulsen og Venstre: 

- Eg hopi, at Venstre tekur ímóti tí útrættu hondini og vendir heim til tí bláu familjuna. Men tann bólturin er hjá Troels Lund Poulsen (formaður í Venstre og verjumálaráðharri)

Tey Konservativu og Dansk Foleparti hava boðað frá, at tey peika á Troels Lund Poulsen sum forsætisráðharraevni hjá bláa blokkinum. Liberal Alliance, ið hevði eitt gott val seinast, hava eisini latið hurðina upp fyri hesum.

Fólkatingsval skal vera aftur í seinasta lagi 1. november 2026. Mette Frederiksen hevur verið forsætisráðharri síðani á sumri 2019.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder