Innanlands

Støða verður tikin tíðliga í morgin árini

Enn er ikki greitt hvussu Herjólfur siglir mánamorgunin. Støða til hetta verður tikin um hálvgun fýra tíðina

Tá Herjólfur III fór um Molan fyrrapartin (Mynd: Sverri Egholm)

Tá Herjólfur III fór um Molan fyrrapartin (Mynd: Sverri Egholm)

2022-09-25 18:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Herjólfur III fór av Havnini klokkan 10 í morgun, og síðani hevur eingin sigling verið á Suðuroyarleiðini. Ov keðiligt verður er til tað.

Veðurstovurnar boða eisini frá ringum veðri í morgin, og enn er ógreitt hvussu siglt verður. Strandferðslan sigur, at støða verðr tikin tíðliga í morgin árini, umleið klokkan 4:30 um hvussu siglast skal mánamorgunin.

Kunning um siglingina verður at síggja á gula breddanum á ssl.fo og umvegis sms-tænastuna hjá Strandferðsluni.

Eftir ætlan kemur Smyril til Føroya á middegi í morgin, og skal sín fyrsta túr av Krambatanga til Havnar klokkan 18:45.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder