Tað verður eitt stórt politiskt kvøld í auditorium í Miðlon og á Portalinum og FM1 í kvøld.
Byrjað verður við "Stjórnin - Politikkur á Skák", sum er til vanliga tíð: Sendingin byrjar beint eftir tíðindini klokkan 17; umleið klokkan 17.15.
Sendingin verður tó longri enn vanligt, við áhoyrarum í salinum og við trimum politikkarum afturat teimum trimum í fasta panelinum.
Talan er um forfólkini í teimum trimum smáu flokkunum: Ruth Vang (Framsókn), Jenis av Rana (Miðflokkurin) og Sámal Petur í Grund (Sjálvstýri). Tey skulu kjakast við hvønn annan - og við royndar politikkarar.
Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zachariasen sita til reiðar at grilla politikkarar og kjakast við teir. Árni Gregersen verður sum vant vertur.
Í síðstu viku var líknandi sending við Sirið Stenberg og Bárði á Steig Nielsen. Finn alla sendingina her
Video: Onkutíð veit eg ikki hví Bárður fer upp um morgnarnar
Heðin Zachariasen og Jóannes Eidesgard í Stjórnini fyri viku síðani. Í dag eru teir aftur til reiðar i Miðlon
Myndir: Sverri Egholm
Fleiri myndir: Valstjórnin í Miðlon
Tjóðveldi og Sambandsflokkurin hittast aftur í Miðlon í kvøld. Hesaferð verða tað ikki forfólkini, men tað verða beinleiðis kjak millum valevni hjá teimum báðum flokkunum.
Talan verður um tríggjar hólmgongur, har seks ymisk valevni royna seg, og har spurningar til hvønn annan, úr salinum og frá okkum vera.
Kjakið millum Sambandsflokkin og Tjóðveldi byrjar beint eftir Stjórnina; um 19-tíðina.
Lurta eftir FM1 her - ella á vanligu frekvensunum
Sendingin sæst eisini beinleiðis á R2 hjá Telvarpinum og á Rás1 klokkan 21 í kvøld.
Leinkja til stroyming kemur út á Portalin stutt áðrenn sendingarnar byrja
![]()
Nógv spennandi á skránni í kvøld
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald