Innanlands

Stjórnin hyggur uppá skiftini í Tinganesi

Sendingin við royndu politikkarunum í dag fer í stóran mun at snúgva seg um lækkanina í tali av landsstýrisfólkum og háaktuellu málini í politisku skipanini - lurta klokkan 17 á FM1

Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zachariasen sita seinni klárir saman við Árna Gregersen (Mynd: Sverri Egholm)

Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zachariasen sita seinni klárir saman við Árna Gregersen (Mynd: Sverri Egholm)

2025-11-05 14:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá níggju blivu til seks

Soleiðis skýrdi FM1 tíðindafundin í Tinganesi í gjár, tá løgmaður kunngjørdi, at tríggir landsstýrismenn verða koyrdir úr sínum sessum 1. desember. Hetta eftir tilmælum frá nýskipanarbólkinum, sum landsstýrið sjálvt setti í verk fyrr í ár.

Umframt hetta rúka tríggir aðalstjórar, og tískil var talan um eitt politiskt blóðbað í Tinganesi í gjár.

Men hví hendir hetta? Og hví nú? Hví júst Bjarni Kárason Petersen, Djóni Nolsøe Joensen og Jóhan Christiansen? Og er hetta tað rætta at gera? Hvat meira kann væntast?

Fleiri av hesum spurningunum fara royndu politikararnir Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zachariasen helst at koma inn á í "Stjórnini - Politikkur á Skák" í dag.

Í sendingini, sum byrjar klokkan 17, fara broytingarnar í politisku skipanini í Føroyum so at siga at fylla alt.

Til ber at lurta á FM1 her - byrjað verður klokkan 17

Man kann eisini hoyra sendingina seinni á fm1.fo/stjornin-politikkur-a skak

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder