
- At tveir aðalstjórar eru limir í nýskipanarnevndini er ein veikleiki. Man skal ikki vænta, at tað koma nøkur spariuppskot frá aðalstjórum, sum raka teirra egna ráð.
Tað segði Jóannes Eidesgaard í Stjórnin - politikkur á skák á FM1, sum verður send beinleiðis mikudagar eftir tíðindini klokkan 17. Fastir í panelinum eru Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zachariasen.
Jóannes Eidesgaard sipar til John Rajani, løgmansstjóra, og Bjarna Askham Bjarnason, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum.
Jóannes Eidesgaard (Mynd: Sverri Egholm)
- Men haldi tað er skilagott, at hendan nevndin verður sett. Tað einasta man kundi sagt er, at hví bleiv hon ikki sett beinanvegin tá valskeiðið byrjaði, tí so hevði verið meira tíð at viðgjørt tað, sum nevndin kemur við, segði Jóannes Eidesgaard.
Tórbjørn Jacobsen tók eisini undir við, at aðalstjórarnir ikki áttu at verið partur av nevndini.
Rósa løgmanni
Sum heild var panelið samt um, at tað var skilagott, at nevndin bleiv sett.
- Man er samdur politiskt at gera rationaliseringar, men man hevur trupult at koma til eina niðurstøðu um, hvørjar rationaliseringarnar skulu vera, segði Heðin Zachariasen, sum kortini er spentur at síggja, hvat politikararnir tora at gera.
Heðin Zachariasen (Mynd: Sverri Egholm)
- Alt tað sum nevndin kemur til fakligt, skal politikarin seta í verk. Men tað er gott at tey ikki eru farin eftir almennum stjórum, sum kanska eru á ferð við at fara úr skipanin ella eru farnir úr skipanini, men at tú setur heilt onnur fólk. Hetta eru fólk, sum hava fingurin á pulsinum og kenna til tað føroyska samfelagið. Spennandi verður at ita, hvat tey koma til, og ikki minni spennandi hvat poltiikararnir taka til sín og koyra í gjøgnum, segði Heðin Zachariasen.
Tórbjørn Jacobsen (Mynd: Sverri Egholm)
Tórbjørn Jacobsen, sum hesa vikuna var við umvegis telefon úr Danmark, var so mikið positivur um hetta átakið, at hann rósti løgmanni.
- Veruleikin er, at tað er einki landsstýri frammanundan hesum, sum hevur gjørt nakað við hetta her. Og tað má eg rósa Akseli V. Johannesen fyri, at hann í heila tikið fer í holt við hetta nú. Eisini tí, at øgiliga skjótt fer politiski temperatururin at hitna, segði Tórbjørn Jacobsen.
- Haldi vit síggja tað longu nú á atburðinum hjá summum politikarum, at vit eru á veg inn í eina valfastu, legði Tórbjørn Jacobsen afturat.
Øll sendingin Stjórnin - politikkur á skák hoyrist her
--
Sí eisini
- Jóannes kappaði høvdið av seks borgarstjórum í Suðuroy
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald