Moderati flokkurin í Danmark og formaðurin, Lars Løkke Rasmussen, hava nú tikið seg úr samráðingunum um nýggja stjórn, sum Mette Frederiksen higartil hevur staðið á odda fyri.
Tað loysir seg ikki at halda fram, og í staðin fer moderati flokkurin nú at peika á Vinstra-formannin, Troels Lund Poulsen, til nýggjan kongaligan samráðingarleiðara.
- Tað er okkara fatan, at um vit skulu koma víðari, so skal træið rystast, segði Lars Løkke Rasmussen eftir ein fund við Mette Frederiksen á Marienborg í dag.
Hetta kom ikki óvæntað, tí í gjár løgdu eygleiðarar til merkis, at Troels Lund Poulsen og Lars Løkke Rasmussen fóru á fund á Christiansborg saman við Monu Juul, forkvinnu í konservativa flokkinum.
Eftir fundin vildu tey ikki siga, hvat fundurin snúði seg um. Lars Løkke var eisini fámæltur tá tíðindafólk tosaðu við hann fyrrapartin í dag.
Mette Frederiksen hevur nú í seks vikur roynt at funnið fram til eina mið-vinstra stjórn eftir fólkatingsvalið 24. mars.
Lars Løkke Rasmussen hevur alla tíðina sagt, at hann ynskir eina stjórn uttan flokkarnar ytst á veingjunum. Í mun til tað, ið Mette Frederiksen hevur roynt at fingið upp á pláss, so er tað Eindarlistin, sum ikki hóvar moderata formanninum.
Lars Løkke vísir ikki aftur, at sosialdemokratarnir kunnu fáa statsministaran í nýggju stjórnini, men í fyrstu atløgu mælir hann til at lata initiativið at leiða samráðingarnar yvir til formannin í Venstre.
Borgarligu flokkarnir Danmarksdemokraterne, Liberal Alliance og Dansk Folkeparti, hava longu sagt, at tey fara at peika á Vinstraformannin í komandi kongaumfarinum.
Mette Frederiksen fer nú um ein góðan tíma, klokkan 17.30 danska tíð, at hitta kong fyri at boða honum frá støðuni, sum er íkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald