2025-07-31 14:07

Forsætisráðharrin í Litava, Gintautas Paluckas, er farin frá. Tað boðar landsins forseti, Gitanas Nauseda, frá sambært AFP tíðindastovuni.
Ein flokkur í samgongustjórnini í Litava hótti í gjár við at fara úr samgongusamstarvinum, um ikki Paouckas legði frá sær.
Forsætisráðharrin er undir illgruna fyri mutur, og snýr seg eitt nú um búskaparlig viðurskifti viðvíkjandi einum felagi, sum Paluckas hevur ávirkan á. Sjálvur hevur Paluckas víst aftur øllum skuldsetingum um fíggjarligt óreglusemi, skrivar NTB tíðindastovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald