Innanlands

Stjórin í danska tjóðbankanum vitjaði forkvinnuna í fíggjarnevndini

Christian Kettel Thomsen var í Føroyum í sambandi við fyrireikingar til árligu frágreiðing Tjóðbankans um føroyska búskapin

2025-10-08 14:19 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Týsdagin 30. september var stjórin í danska tjóðbankanum, Christian Kettel Thomsen, á fundi við forkvinnuna í fíggjarnevndini, Eyðgunn Samuelsen. Hann var í Føroyum í sambandi við fyrireikingar til árligu frágreiðing Tjóðbankans um føroyska búskapin.

Á fundinum skiftu tey bæði orð um føroysk viðurskifti í breiðum høpi, undir hesum politiska landslagið og gongdina í búskapinum. Nomið varð eitt nú við arbeiðsmarknaðarviðurskifti, vinnumál, demografiskar avbjóðingar, fíggjarpolitiskt haldføri, ætlaðar nýskipanir og infrakervi.

Á ferðini skuldi tjóðbankastjórin eisini hitta løgmann, landsstýriskvinnuna í uttanríkis- og vinnumálum, landsstýrismannin í fiskivinnu- og samferðslumálum umframt umboð fyri Landsbankan, Búskaparráðið, Hagstovuna og Betri Banka.

Løgtingið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder