Innanlands

Stilt næstu dagarnar

Tað verður bæði yvirskýggjað og sól, eitt sindur vátt, og stilt næstu dagarnar

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-06-18 15:18 Author image
Ari av Rana
placeholder

Veðurforsøgnin sigur frá lítið av vindi komandi dagarnar. Tað regnar eitt sindur, sólin sær seinnapartin í morgin, og veðrið er lýtt.

Í dag er andøvsgul og niður í lot av norði og útnyrðingi vestan, millum 2,5 og 7 m/s. Eitt sindur av regni, millum 0,1 og 0,2 mm, yvirskýggjað og hitin millum 9 og 10 hitastig.

Hann sigur frá fleyr til gul av skiftandi ættum í morgin, millum 1 og 4,5 m/s. Tað regnar eitt sindur meginpartin av degnum, millum 0,1 og 0,5 mm. Seinnapartin sær sólin. Hitin millum 8 og 10 hitastig.

Sí veðurforsøgnina hjá Portalinum her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder