Innanlands

Stillar ikki upp aftur

Jógvan í Skorini, sum seinastu átta árini hevur verið borgarstjóri í Eiðis kommunu, verður ikki á listanum hesaferð

Jógvan í Skorini (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Jógvan í Skorini (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-10-19 16:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Borgarstjórin í Eiðis kommunu seinastu átta árini, Jógvan í Skorini, stillar ikki uppaftur.

Hesum boðar hann frá í skrivi til miðlarnar seinnapartin. Í morgin eru tríggjar vikur til kommunuvalið, og tá er eisini freistin at lata listarnar inn.

Nógv er broytt síðani eg byrjaði sum yngsti borgarstjóri i Føroyum nakrantíð fyri átta árum síðani einans 26 ára gamal. Tíðin í kommununi hevur verið ein fantastiska spennandi og mennandi tíð. Starvið hevur givið mær ótrúliga nógvar góðar og serstakar upplivingar og lívsroyndir, sigur Jógvan í Skorini í skrivinum.

Hóast Jógvan í Skorini nú takkar fyri seg í kommunalpolitikki, avsannar hann tó ikki at hann ikki verður at síggja aftur.

Tað er við sorgblídni at eg við hesum boðið frá at eg ikki stilli uppaftur. Men enn eri eg rímiliga ungur, so hvør veit, kanska man bjóðar seg framm aftur um nøkur ár. Enn eru tó slakir tríggir mánaðir eftir av setanini og ætlanin er at fáa nógv burturúr hesa seinastu tíðina, sigur hann.

Eiðis kommuna fevnir um bygdirnar Eiði, Ljósá og Svínáir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder