Innanlands

Stewart brøðurnir spæla í Klaksvík  

Gamla Seglhúsið verður karmur um myndlist og tónleikaframførðslu hjá Stewart brøðrunum, Graham og Neil í døgunum 7. til 9. august  

Graham og Neil brøðurnir her í Norðurlandahúsinum í gjár eftir vælvitjaða og væleydnaða konsert. Myndir Jan Müller

Graham og Neil brøðurnir her í Norðurlandahúsinum í gjár eftir vælvitjaða og væleydnaða konsert. Myndir Jan Müller

2025-08-07 14:50 Author image
Jan Müller
placeholder

Føroyingar, sum leita sær á Summarfestival í Klaksvík í hesum døgum, sleppa eisini at uppliva annan tónleik um somu tíð sum festivalurin verður hósdag, fríggjadag og leygardag.

[object Object]

[object Object]

Tað eru “Stewart Brothers Guitar Duo”, sum  fara  at framføra akustiskar guittarkonsertir hvønn dag 7., 8. og 9. august, allar dagar kl 19.  Atgongumerki til konsertirnar eru avmarkaði, og kunnu bíleggjast á netinum umvegis atgongumerki.fo. Harumframt fara teir at hava framsýning við egnum myndum.

[object Object]

Guitarduoin
“Stewart Brothers Guitar Duo”, sum Graham og Neil Stewart hava stovnað – beiggjar, sum hava føroyska mammu og skotskan pápa – hevur sínar røtur í einum lívslangum bandi, sum byrjaði í barnaárunum. 

[object Object]

Nú hevur duoin heimstað í Skotlandi og framførir ævintýrkendar spanskar guitartulkingar av samtíðarsangum hjá listafólkum sum Queen, Foo Fighters, Norah Jones, umframt sangir úr Meksiko og Kuba millum nógv onnur. 

[object Object]

Debutalbum hjá teimum, Songs Without Words, sum Óli Poulsen hevur framleitt, er sett at koma út í ár.

Beiggjarnir eru virknir bæði í føroyska og bretska tónleika- og myndlistapallinum.

Mikudagin spældu teir í Norðurlandahúsinum og kvøldið fyri í Havnar Kirkju við luttøku av Karl Martin Samuelsen og Lindu Andrews.

[object Object]

Listaframsýning

Graham og Neil sýna eisini  fram egin verk. Neil hevur sýnt fram sína list mangar ferðir, men hetta verður fyrsta framsýningin hjá Graham.

Listaframsýningin, sum er ókeypis at vitja, verður opin hvønn dag 7., 8. og 9. august. frá 14:00 til 19:00.

[object Object]Frá konsertini í Norðurlandahúsinum í vikuni. Mynd Jan Müller

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder