Innanlands

Steingja part av miðbýnum fyri ferðslu nú jólaskipið kemur á vitjan

Jólaskipið kemur inn á Havnina í dag

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2018-12-15 10:39 Author image
Ari av Rana
placeholder

Jólaskipið kemur inn á Havnina í dag klokkan 15, og í hesum sambandi verður partur av miðbýnum stongdur fyri ferðslu í nakrar tímar.

Jólamenninir koma inn við jólaskipinum Thorshavn, og lagt verður at undir Bryggjubakka. Harfrá fara teir at ganga runt í miðbýnum.

Tórshavnar kommuna hevur tí valt at steingja part av miðbýnum fyri ferðslu. Vegirnir, sum verða stongdir frá klokkan 14 til 18 eru: Tórsgøta, Mylnugøta, Vágsbotnur, undir Bryggjubakka, Niels Finsens gøta frá Sverrisgøtu oman til Vaglið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder