Innanlands

Steinatún komið undir tak

Tekur nakrar mánaðir áðrenn arbeiðið er liðugt

(Mynd: torshavn.fo)

(Mynd: torshavn.fo)

2020-10-14 12:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Snotiliga tekjan er nú sett á súlurnar, sum standa á torginum í Steinatúni í Havn.

Nú verður tekjan klødd við kopari á staðnum og nakrar mánaðir fram. Deydur verða breiddar út yvir tekjuna. Deyda er í ætt við hjálpirót. Orkusparandi LED-ljós verða inni undir tekjuni, skrivar kommunan á heimasíðu síni.

Gamli skúrurin, har Náttarravnarnar hildu til fyrr, verður tikin niður, og økið verður fríðkað við plantukassum og øðrum. Fólk kunnu eisini sita seg niður her, og flísar verða lagdir rundanum.

Undir tekjuni verður glas, beinkir og ein skíggi við hentari kunning. Tekjan fer at skapa lívd í Steinatúni.

Húsavarðartænastan stendur fyri arbeiðinum. ZETA arkitektar hava sniðgivið.

Myndirnar eru av torshavn.fo

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder