Innanlands

Steinar Eirikstoft nýggjur stjóri í Faroe Ship

Sjúkrahúsverkið skal hava nýggjan forstjóra. Faroe Ship boðar í dag frá, at Steinar Eirikstoft er nýggjur stjóri í felagnum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-09-22 13:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Steinar H. Eirikstoft er settur sum stjóri á Faroe Ship.

Hesum boðar fyritøkan frá seinnapartin.

Les eisini: Per Busk verður virkandi forstjóri í Sjúkrahúsverkinum

Steinar er í løtuni forstjóri á Sjúkrahúsverkinum, eitt av størstu arbeiðsplássum í landinum. Steinar hevur yvir 14 ára royndir frá bæði tekniskt og skipanarliga krevjandi leiðslustørvum, bæði í Føroyum og í Danmark. Hann byrjar á Faroe Ship 1. desember.

- Eg eri stoltur av at taka við sum stjóri á Faroe Ship, sum er ein týdningarmikil fyritøka í føroyska samfelagnum. Eg eri spentur til at viðvirka til framhaldandi vøkstur hjá fyritøkuni og til at stuðla okkara kundum og samstarvsfeløgum við álítandi og nýskapandi loysnum, bæði her í Føroyum og altjóða, sigur Steinar H. Eirikstoft.

Steinar hevur HD1 og HD2 prógv frá Copenhagen Business School (CBS), prógv sum Master í framleiðslu og leiðslu frá Danmarks Tekniske Universitet (DTU) og B.S.c. prógv í el-verkfrøði frá sama skúla.

- Vit fegnast um at kunna bjóða Steinari vælkomnan sum nýggjan stjóra á Faroe Ship. Hansara leiðsluroyndir fara at koma okkum væl til góðar, meðan vit áhaldandi styrkja okkara virksemi og veita framúr tænastu til okkara kundar í Føroyum, sigur Bragi Þór Marinósson, stjóri fyri altjóða virksemi hjá Eimskip.

Faroe Ship er ein av elstu fyritøkunum í Føroyum, stovnað í 1919, og hevur ein týðandi leiklut í føroyska samfelagnum við sterkum flutnings- og heildarlogistiktænastum. Vit eru vís í, at undir leiðsluni hjá Steinari fer felagið at halda fram við at vaksa og byggja víðari á nýggju íløgurnar í goymslur, frystigoymslur, terminalrakstur og nýggja nútímans høvuðssætið. Vit ynskja Steinari góða eydnu í nýggja leiklutinum, og bjóða hann vælkomnan á Faroe Ship.

Stjórin í Faroe Ship undanfarnu árini, Bogi P. Nielsen, tekur við sum nýggjur stjóri fyri Pelagos.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder