Innanlands

Steðgur nú, og so verður fíggjarlógin viðgjørd

Ætlanin er at hava 2. viðgerð av fíggjarlógini umframt tvær 1. viðgerðir í kvøld/nátt

2018-12-17 19:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, niðurlegði fyri løtu síðani tingfundin, sum byrjaði klokkan 10 í morgin. Løgtingið er júst liðugt við 2. viðgerð, at uppskotinum um at einskilja Posta. Eitt uppskot, sum varð samtykt við stórum meiriluta.

Eftir ein lítlan steðg á ein hálvan tíma er ætlanin at herja á aftur, og tá verður 2. viðgerð av fíggjarlógini fyri 2019.

Eftir tað orðaskiftið, sum kann gerast drúgt, er ætlanin at hava tvær 1. viðgerðir. Leingjan av fiskidagaskipan fyri 2019 og viðgerð av uppskotinum um at siga upp Hoyvíkssáttmálan.

Verða tey málini eisini viðgjørd í kvøld, kann tað vera seint í nátt, at tingfólkini sleppa til hús. Kanska einaferð í nátt.

Ætlanin var annars, at løgtingið skuldi í jólafrí síðsta fríggjadag.

Fylg við tingvarpinum her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder