Starvsfólkatalið í Føroyum veksur framvegis, men seinastu árini er vøksturin viknaður. Tað sæst á trendinum frá Hagstovuni, sum lýsir gongdina við at reinsa fyri árstíðarfrávik og øðrum tilvildarligum broytingum.
Hagstovan skrivar, at í november vóru 29.889 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 198 starvsfólk, ella 0,7 prosent, fleiri enn sama mánað í fjør.
Har vóru gott og væl 15.200 menn og slakar 14.700 kvinnur í starvsfólkaskaranum í november. Samanborið við sama mánað í fjør er vøksturin størri hjá kvinnum, sum vóru 111 ella 0,8 prosent fleiri. Menninir vóru 87 ella 0,6 prosent fleiri.
Yvir 2.000 útlendingar
Í november vóru 2.084 starvsfólk, sum ikki høvdu bústaðartilknýti. Hetta er sjey prosent av samlaða starvsfólkatalinum. Samanborið við sama mánað í fjør vóru tey 39 fólk ella 2 prosent fleiri í ár.
Fyri at hava bústaðartilknýti skal ein hava búð helvtina av lívinum ella tilsamans 7 út av 10 samanhangandi árum í Føroyum eina ferð í lívinum.
Størsti bólkur av starvsfólkum uttan bústaðartilknýti hava asiatiskan ríkisborgaraskap. Serliga eru hesir ríkisborgaraskapir úr Landsynningsasia, staðfestir Hagstovan. Hesin bólkur hevur verið støðugt vaksandi seinastu árini, og seinastu fýra árini er teirra partur vaksin úr 20 til 40 prosent.
Bæði mannlig og kvinnulig starvsfólk uttan bústaðartilknýti koma flest úr Asia, sum tilsamans eru 812 starvsfólk. Av hesum er býtið 60 prosent menn og 40 prosent kvinnur. Størsti kynsmunur í starvfólki uttan bústaðartilknýti er hjá teimum úr Eysturevropa, har menn eru tríggjar ferðir fleiri enn kvinnur.
Ein triðingur á flakavirkjunum er útlendingar
Vinnugreinin við flest starvsfólkum uttan bústaðartilknýti er "Framleiðsluvinna", har tey vóru góð 600 starvsfólk, ella 30 prosent, í november.
Útgreinað sæst, at flest av hesum, tríggir fjórðingar, arbeiddu í "Matvøruframleiðslu", og 250 av hesum við "Virking av botnfiski" – tað vil siga, at tey arbeiddu á flakavirki.
Hesi 250 eru ein triðingur av samlaða talinum av starvsfólkum, ið arbeiða við virking av botnfiski, har tey eru vóru 716 í november.
Í tali av starvsfólkum uttan bústaðartilknýti er næststørsta vinnugreinin "Gisting og matstovuvinna" við 12 prosentum og hareftir "Byggivinna" við 11 prosentum. Í byggivinnuni eru talið minkað samanborið við í fjør, skrivar Hagstovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald