Innanlands

Starvsfólk í Eysturkommunu heiðrað

Í ár hevur Eysturkommuna heiðrað tilsamans tíggju trúføstum starvsfólkum, sum hava starvast leingi hjá kommununi

Hesi fimm starvsfólkini vórðu heiðrað 10. oktober (Mynd: Eysturkommuna)

Hesi fimm starvsfólkini vórðu heiðrað 10. oktober (Mynd: Eysturkommuna)

2025-11-01 08:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í ár hevur Eysturkommuna heiðrað tíggju trúføstum starvsfólkum, sum hava starvast leingi í kommununi.

Fríggjadagin 10. oktober varð skiða fyri hátíðarløtu, har Eysturkommuna heiðraði fimm teirra.

Tær tríggjar, Majken Øre, Beinta Justinussen og Gudny Justinussen, starvast í dagstovninum Gjáa og hava starvast har í ávikavist 27, 30 og 38 ár. Eisini varð Marjun Hansen, sum nú er farin frá fyri aldur, heiðrað fyri 34 ára starv á sama stovni.

Sakaris Guldbro hevur starvast í Eysturkommunu í 24 ár, og fer frá fyri aldur um ársskiftið, skrivar kommunan.

3. apríl var eisini hátíðarløta fyri fimm starvsfólkum.

Fýra teirra starvast í Frítíðarheiminum í Leirvík. Tær tríggjar, Marion Leifsdóttir, Hallbjørg Eliassen og Jónvá Gregersen hava starvast í 28 ár, meðan Hanna Erlingsdóttir Olsen hevur starvast í 25 ár.

Julia Lamhauge, sum er farin frá fyri aldur, hevur starvast í kommununi í 23 ár. Hon hevur starvast í tónlistaskúlanum og á bókasavninum.

Borgarstjórin, Per Martin Gregersen, handaði teimum hvør sín málning, málaðan av Sámali Toftanes, sum tøkk fyri trúgva og drúgva tænastu í kommununi.

[object Object]Hesi fimm vórðu heiðrað 3. apríl (Mynd: Eysturkommuna)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder