Uttanlands

Starmer og stjórn hansara halda fram

- hóast áheitanir frá floksfeløgum um at leggja frá sær. Ein av ministarum hansara hevur lagt frá sær

Miatta Fahnbulleh, ein av undirministarunum í Starmer-stjórnini, hevur í dag lagt frá sær og heitt á forsætisráðharran um at gera tað sama

Miatta Fahnbulleh, ein av undirministarunum í Starmer-stjórnini, hevur í dag lagt frá sær og heitt á forsætisráðharran um at gera tað sama

2026-05-12 12:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, hevur ongar ætlanir um at taka seg aftur, hóast hann nú eisini er undir trýsti frá egnum floksfeløgum eftir vánaligu valúrslitini í farnu viku.

Í eini fráboðan frá ráðharraskrivstovuni eftir ein stjórnarfund í dag, sigur Starmer, at hann tekur ábyrgdina av valósigrinum hjá Labour, men at “landið væntar”, at hann og stjórn hansara halda fram við sínum arbeiði.

Ein av ministarunum í stjórnini hjá Starmer, Miatta Fahnbulleh, boðaði stutt eftir fundin í dag frá, at hon leggur frá sær, og heitti á forsætisráðharran um at gera tað sama. Fanbulleh er ein av sokallaðu ‘juniorministarunum’ í bretsku stjórnini. Hon hevur verið ráðkvinna fyri miðspjaðing, trúgv og nærsamfeløg.

Bretskir fjølmiðlar hava skrivað, at eisini Shabhana Mahmod, innanríkisráðkvinna hevur heitt á Starmer um at leggja frá sær. Annars skal Starmer hava fingið stuðul frá restini av stjórnini til at halda fram við arbeiðinum.

Í fráboðanini staðfestir Starmer eisini, at tilgongdin, sum krevst til tess at velja nýtt forfólk í flokkinum, ikki er farið ígongd enn. Her sipar hann til, at 81 floksfelagar í tjóðartinginum hava heitt á Keir Starmer um at leggja frá sær, uttan tó at hava víst á eitt annað forfólkaevni.

Labour hevur í løtuni 401 tinglimir í bretska undirhúsinum.

Les eisini grein frá í gjár: Starmer gevst ikki á hesum sinni  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder