Mentan

Stanley sendir tøkk við nýggjari innspæling

Sangurin “Takk fyri dagin” er komin út av nýggjum

2023-04-25 10:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag – flaggdagin – er sangarin og sangskrivarin Stanley Samuelsen komin út við nýggjum staklagi, sum er tøkt á talgildu tónleikapallunum.

“Takk fyri dagin” er heitið á sanginum, sum Jákup Zachariassen hevur lagt til rættis og fingið nakrar av bestu tónleikarunum vit eiga at spæla undir. Ein amerikanari er eisini við á upptøkuni, talan er um ein av nógv brúktu studiotónleikarunum í Nashville, Pat Bergeson, sum spælir munnharpu.

Talan er um ein eldri sang, sum Stanley hevði við á útgávuni “No 8”, sum kom út fyri fýra árum síðani.

Tá var sangurin innspældur einans við guittara og munnhørpu. Nú er fult arrangement gjørt til henda vakra farvælsangin, sum Stanley hevur brúkt til endasang á sínum konsertum.

Á “No 8” eitur sangurin “Takk fyri” – nú er heitið “Takk fyri dagin”.

Tónleikarar á sanginum eru:
Tórður Dam Jacobsen, trummur
Eyðun Johannesen, bass
Hans Poulsen, keyboards og orgul
Jákup Zachariassen el- og acc. guittar
Pat Bergeson, munnhørpu
Jóhan Magnus Gunrim, kór
Stanley Samuelsen, sang og acc. guittar

Upptøkan er gjørd í JakZac-Studio & Kristuff-Studio. Óli Poulsen hevur miksað og mastrað.

Christina Hauschild hevur tikið kápumyndina, sum er sniðgivin av Virka.fo. Útgávan er stuðlað av Virka.fo og Mentanargrunni Landsins.

Stanley Samuelsen, sum er búsitandi í Danmark, hevur verið í Føroyum hesar seinastu dagarnar og hildið konsert. Sunnudagin helt hann vælvitjaða konsert í Mentanarhúsinum í heimbygdini Fuglafirði.

Seinasta konsertin í hesum umfari verður undir mentanarvikuni í Runavíkar kommunu. Konsertin verður í Løkshøll leygarkvøldið. Talan er um eina konsert við bæði Stanley Samuelsen og Anniku Hoydal. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder