
Russiski forsetin, Vladimir Putin, er í hesum døgum á fýra daga langari vitjan í Kina. Í dag hitti hann kinesiska forsetan, Xi Jinping.
Russiski forsetin varð boðin vælkomin av Xi Jinping sum ‘ein gamal vinur’, meðan Putin takkaði fyri við at kalla kinesiska starvsbróðir sín fyri ein ‘kæran vin’. Tað skrivar AP tíðindastovan.
Putin segði, at viðurskiftini millum Russland og Kina eru á einum ‘óvanliga høgum støði’. Russiska Ria tíðindastovan sigur, at Putin nevndi, at Russland er til reiðar at styrkja sambandi landanna millum á høgum støði.
Í morgin – í nátt okkara tíð – skal Putin saman við fleiri øðrum stats- og stjórnarleiðarum vera til staðar á eini stórari hersýning í Beijing, fyri at hátíðarhalda at 80 ár eru liðin síðan annar heimsbardagi endaði í Asia.
Millum gestirnar verður norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-Un, sum er á veg til Kina í serbygdum toki. Suðurkoreanska Yonhap tíðindastovan skrivaði, at tokið við Kim Jong-Un í morgun fór um markið til Kina,
Yuri Ushakov, serligur ráðgevi hjá Putin, hevur fyrr greitt frá, at russiski forsetin fer at sita undir høgru lið hjá kinesiska forsetanum, meðan norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-Un fer at sita við vinstru lið forsetans.
-
Kim Jong Un og Choe Son-hui, uttanríkisráðharri, framman fyri serbygda tokinum áðrenn fráferðina úr Pyongyang í gjár (Mynd: EPA)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald