Uttanlands

ST vil hava fleiri pengar til neyðhjálp

ST hevur ikki fígging til at hjálpa øllum, og hevur tørv á meira fígging, sigur ST-stjóri

Tom Fletcher (Mynd: EPA)

Tom Fletcher (Mynd: EPA)

2025-12-08 15:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tom Fletcher, ST-stjóri fyri neyðhjálp heitir í dag á ST-limalond um at játta 23 milliardir dollarar - 147,5 milliardir krónur - til neyðhjálp í 2026.

Hann sigur, at minkandi stuðul er orsøkin til, at stovnurin noyðist at raðfesta, hvar neyðhjálpin skal latast. M.a. USA hevur undir Donald Trump forseta minkað nógv um stuðulin til ST og stuðul til menningarlond.

– Tað eru í síðsta enda skerjingarnar, sum noyða okkum at taka hesi hørðu valini, sigur hann og finst at vaksandi líkasæluni mótvegis líðing kring heimin, sigur hann sambært Ritzau.

Játtanin fyri 2026 fer m.a. til Ukraina, Gaza, Sudan, Haiti og Myanmar. Her kann ST eftir ætlan hjálpa 87 milliónum fólkum.

Tom Fletcher hevur eina lítla vón um, at tað verður møguligt at savna inn heilar 33 milliardir dollarar, sum svarar til 211,6 milliardir krónur í 2026. Um hetta eydnast, kann ST hjálpa 135 milliónum fólkum.

ST metir annars, at 240 milliónir fólk kring heimin hava tørv á bráðfeingis neyðhjálp, m.a. tí tey eru í krígsraktum økjum ella eru ávirkað av náttúruvanlukkum og veðurlagsbroytingum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder