Vandi er fyri, at kríggið í Miðeystri kann gerast til eitt størri kríggj, sigur ST-aðalskrivarin, António Guterres.
Hann heitir á USA og Ísrael um alt fyri eitt at steðga við at leypa á Iran og á Iran um at steðga við at leypa á síni grannalond.
Sambært Guterres kann kríggið "fáa dramatiskar fylgjur um allan heimin".
Hann vísir m.a. á, at stongsulin av Hormuzsundinum og vaksandi oljuprísir raka tey fátækastu serliga hart.
– Vit síggja tað í gerandisdegnum hjá teimum, sum stríðast við vaksandi prísir á matvørur og orku, úr Filipsoyggjunum til Sri Lanka til Mosambik og til samfeløg langt burtur harfrá, sigur hann sambært Ritzau.
Líkt er tó ikki til, at álopini steðga. Amerikanski forsetin, Donald Trump segði m.a. í røðu náttina til hósdagin okkara tíð, at USA fer at raka Iran sera hart komandi vikurnar, og fer USA at koyra Iran aftur í steinøldina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald