
Tað er stórt trot á brennievni í Gaza, ávara sjey ST-felagsskapir um.
– Eftir nærum tvey ár við kríggi stendur fólkið í Gaza yvirfyri ógvusligari trongd, harundir matvøruótryggleika, siga felagsskapirnir m.a. í felags fráboðan.
– Tá brennievnið er uppi, leggur tað eina ótolandi nýggja byrðu á eitt fólk, sum er á hungursmarkinum.
Felagsskapirnir vísa á, at brennievni er neyðugt fyri at reka sjúkrahús, vatnskipanir, sanitetsskipanir, sjúkrabilar, bakarí og øll humaniter átøk, siga felagsskapirnir m.a. í felags fráboðan.
Síðan kríggið í Gaza byrjaði hevur verið trot á brennievni, og 10. juli varð boðað frá, at tað eydnaðist ST at veira brennievni til Gaza fyri fyrstu ferð í 130 dagar.
Talan var um 75.000 litrar av brennievni, men sambært talsfólki hjá ST var hetta ikki nóg mikið til at nøkta orkutørvinum í bara ein dag.
ST og samstarvsfelagir teirra hava tørv á fleiri hundrað túsund litrum av brennievni um dagin fyri at kunna halda fram við lívbjargandi arbeiðnum, sigur talsfólkið sambært Reuters.
ST-felagsskapirnir koma tí við áheita um at loyva nóg mikið av brennievni inn í Gaza.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald