
Ein óheft kanningarnevnd undir ST staðfestir nú, at Ísrael síðan oktober 2023 hevur framt fólkadráp í Gazageiranum við “ætlan um at oyða” palestinararnar í økinum.
Tað skrivar AFP tíðindastovan, sambært Ritzau.
- Vit eru komin tið ta niðurstøðu, at tað er fólkadráp, sum gongur fyri seg í Gaza, og at hetta heldur fram, og at ábyrgdin liggur hjá statinum Ísrael, sigur Navi Pillay, leiðari fyri óheftu altjóða ST-kanningarnevndina um mannarættindastøðuna í hersettu palestinsku økjunum við AFP.
Pillay er harumframt fyrrverandi ST-hákommiserur fyri mannarættindi, og hevur staðið á odda fyri altjóða dómstólinum fyri Rwanda.
Kanningarnevndin, sum hon stendur á odda fyri úttalar seg ikki vegna ST ella ST-aðalskrivaran.
Navi Pillay, kanningarleiðari (Mynd: EPA)
Nýggja frágreiðingin kemur til niðurstøðuna, at ísraelskir myndugleikar og herstyrkir síðan oktober 2023 hava framt "fýra av teimum fimm fólkadrápsgerðunum”, ið eru nevndar í fólkadrápssáttmálanum hjá ST frá 1948.
Gerðirnar eru “at drepa limir av (fólka)bólkinum, elva til álvarsligan likamligan ella sálarligan skaða av bólkinum, tilætlað gera seg inn á liviumstøðurnar hjá bólkinum og at seta í verk tiltøk, til tess at forða fyri føðingum í bólkinum”.
Kanningarnevndin sigur víðari, at ísraelar bæði í orðum og gerðum hava víst atburð, sum vísa ætlanir um at oyða palestinarar í Gazageiranum.
Frágreiðingin staðfestir eisini, at forseti Ísraels, Isaac Herzog, Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri og Yoav Gallant, fyrrverandi verjumálaráðharri, hava ”eggjað til fólkadráp".
Harumframt hava ísraelsku myndugleikarnir ikki “tikið stig til at revsa hesa eggjan”.
Í mai í fjør sendi altjóða revsirætturin ICC út boð um at handtaka Netanyahu og Gallant fyri krígsbrotsverk.
Tað vórðu eisini send út boð um at handtaka leiðarar hjá hernaðarliga palestinska Hamas-felagsskapinum. Men hesir leiðarar eru síðan dripnir av ísraelum.
Ísrael hevur staðiliga víst aftur niðurstøðuni, sum Navi Pillay og hennara kanningarnevnd er komin fram til.
Talan er um “ærumeiðandi orðaskvaldur”, sigur umboðið hjá Ísrael hjá ST í Geneve, sambært Reuters.
Í einum boðum frá ísraelska uttanríkisráðnum verður sagt:
- Ísrael vísir staðiliga aftur avbronglaðu og ósonnu frágreiðingini og mælir til, at henda kanningarnevndin í stundini verður niðurløgd.
Henda ST-kanningarnevndin er ikki ein løgfrøðiligur stovnur. Men tær frágreiðingar, sum hon kemur við, kunnu leggja diplomatiskt trýst á lond, og kunnu brúkast í møguligum komandi rættarmálum.
Seinastu tølini frá heilsumálaráðnum í Gasageiranum, har Hamas hevur sitið við valdið síðan 2007, siga, at næstan 65.000 fólk eru dripin í økinum síðan kríggið millum Hamas og Ísrael byrjaði í oktober 2023.
ST hevur lýst hungursneyð í pørtum av Gasageiranum.
Nógv tann størsti parturin av íbúgvunum í Gasa eru rikin frá hús og heimi minst eina ferð hetta tíðarskeiðið. Fleiri hópflytingar eru í gongd, nú meðan Ísrael roynir at fáa gamarhald á Gasa býi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald