Uttanlands

ST-kjarnorkustovnur hevur aftur eftirlit við iranskum kjarnorkuverkum

Samstarvið millum Iran og IAEA steðgaði annars í juli eftir, at Ísrael og USA høvdu lopið á Iran, men hesa vikuna hevur stovnurin havt eftilitsvitjanir í Iran

Masoud Pezeshkian, forseti í Iran góðkendi í juli eitt uppskot um at steðga samstarvið við kjarnorkustovnin hjá ST, IAEA (Mynd: EPA)

Masoud Pezeshkian, forseti í Iran góðkendi í juli eitt uppskot um at steðga samstarvið við kjarnorkustovnin hjá ST, IAEA (Mynd: EPA)

2025-09-28 14:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Altjóða kjarnorkustovnurin hjá ST (IAEA) hevur í vikuni tikið eftirlitið uppaftur á iranskum kjarnorkuverkum.

– Eftirlitsvitjanirnar eru loyniligar, og vit kunnu ikki vátta staðsetingina, men vit kunnu vátta, at eftirlitsvitjanir hava verið hesa vikuna, skrivar IAEA sambært Ritzau.

Nærum 180 lond samstarva við IAEA, sum hevur til endamáls at forða fyri útbreiðslu av kjarnorkuvápnum í heiminum og tryggja, at kjarnorka verður nýtt á ein tryggan hátt. IAEA hevur m.a. eftirlit við, hvussu nógv uppríkað uran Iran hevur.

Samstarvið millum IAEA og iranska stýrið steðgaði annars í juli, eftir at Ísrael og USA høvdu lopið á Iran.

Les eisini: ST: Revsitiltøk móti Iran sett í gildi aftur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder