Uttanlands

ST: 4,5 milliónir ukrainar rýmdir úr heimlandinum

Níggju av tíggju flóttum eru kvinnum og børn, og meginparturin eru farin til grannalandið Pólland

Meginparturin av teimum, sum eru rýmd úr Ukraina, eru rýmd til Póllands. Her síggjast ukrainsk flóttafólk, sum júst eru komin til  Przemysl í Póllandi (Mynd: EPA)

Meginparturin av teimum, sum eru rýmd úr Ukraina, eru rýmd til Póllands. Her síggjast ukrainsk flóttafólk, sum júst eru komin til Przemysl í Póllandi (Mynd: EPA)

2022-04-11 18:11 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Yvir 4,5 milliónir ukrainar eru nú rýmd úr heimlandinum, síðan 24. februar, tá Russland gjørdi innrás í Ukraina. Tað vísa nýggjastu tølini hjá flóttafólkafelagsskapinum hjá ST, UNHCR, sum vórðu kunngjørd í gjár.

Talan er um størsta streymin av flóttafólkum, síðan 2. heimsbardaga. Bara leygardagin rýmdu yvir 62.000 fólk úr Ukraina.

Sambært UNHCR eru níggju av tíggju flóttum kvinnur og børn. Orsøkin til hetta er serliga, at ukrainsku myndugleikarnir ikki loyva monnum millum 18 og 60 ár at ferðast úr landinum.

Umframt tær 4,5 milliónirnar eru beint omanfyri sjey milliónir ukrainar rýmd úr heimi sínum til onnur støð í landinum.

Hetta merkir, at meira enn ein fjórðingur av ukrainska fólkinum eru rýmd undan krígnum. Áðrenn 24. februar búðu góðar 37 milliónir fólk í Ukraina, um ein ikki telur Donbass-landsluturin og Krim-hálvoynna við.

Sambært Ritzau eru meginparturin av flóttafólkunum, sum eru rýmd úr Ukraina, farin til grannalandið Pólland. Her er talan um 2,6 milliónir.

Nógv teirra eru eisini farin víðari til onnur lond, men av teimum, sum enn eru í Póllandi, hava 700.000 longu fingið pólskt samleikaprógv.

Tølini hjá ST vísa eisini, at at uml. 210.000 útlendingar eru rýmdir úr Ukraina.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder