Innanlands

Spyr Margit Stórá um vinnuligar bústaðareindir

Um átøk verða gjørd at økja um áhugan at langtíðarútleiga bústaðareindir, fer tað helst steðga ógvisliga vøkstrinum í bústaðarprísum og gera tað lættari hjá vanliga føroyinginum at seta búgv, heldur Hans Jacob Thomsen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin

Hans Jacob Thomsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hans Jacob Thomsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-08-22 13:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hvussu nógvar bústaðareindir í Føroyum eru ogn hjá privatum fyritøkum og eigarum, sum hava meira enn eina bústaðareind? Og eru nakrar ætlanir um at minka um lutfallið av vinnuligum bústaðareindum?

Hesar spurningar vil Hans Jacob Thomsen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin hava Margit Stórá, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum at svara.

– Samstundis sum vit hava bústaðarneyð í Føroyum, og nógvir føroyingar hava trupult við at útvega sær eitt heim, eru bústaðareindir vorðnar spekulasjónsobjekt fyri einstaklingar og fyritøkur við tøkum peningi, skrivar løgtingsmaðurin í viðmerking til ein § 52a fyrispurning.

– Heldur enn at vera heim fyri føroyingar, standa bústaðareindir tómar ella verða leigaðar út í stutttíðarleigu til útlendsk ferðafólk. At stórur áhugi er fyri bústaðareindum til spekulasjón ger, at prísurin hækkar, og harvið gerst tað uppaftur truplari hjá teimum, ið skulu seta føtur undir egið borð, skrivar hann.

Um átøk verða gjørd at økja um áhugan at langtíðarútleiga bústaðareindir, fer tað helst steðga ógvisliga vøkstrinum í bústaðarprísum og gera tað lættari hjá vanliga føroyinginum at seta búgv, heldur Hans Jacob Thomsen.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder