
Ein søguliga harður dómur er sagdur í Svendborg seinnapartin.
Vanliga er tann hægst møguligi tíðarásetti dómurin, ein kann fáa í Danmark, 16-ára fongsul. Hetta rúsevnismálið er tó so mikið álvarsamt, at serstaki paragraf 88 er nýttur.
Við honum kann revsingin hækkast upp í tjúgu ár, skrivar danska TV2.
Teir fimm menninir, sum í dag vórðu dømdur fyri smugling, fingu allir millum 17 og 19-ára fongslulsrevsing.
Eingin teirra er dani, og allir verða útvístur í Danmark og sleppa ongantíð aftur inn í landið.
Ógvulsigur dómur men talan var eisini um eina ógvuliga mongd av rúsevnum: Teir fimm menninir eru dømdir fyri at smugla heili 578 kilo av kokaini í fjør.
Hetta gjørdu teir beint við Langeland. Tað er ongantíð áður funnið so nógv kokain í Danmark.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald