Uttanlands

Spreingingar í Kyiv

Feliri spreingingar hava verið í ukrainska høvuðsstaðnum í morgun – Í minsta lagi ein persónur er endaður á sjúkrahúsi, men ongar fráboðanir hava verið um fólk, sum hava latið lív

Roykur sæst í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv (Mynd: EPA)

Roykur sæst í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv (Mynd: EPA)

2022-06-05 09:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ukrainski høvuðsstaðurin Kyiv varð tíðliga í morgun raktur av spreinginum.

Tað boðar Vitali Klitschko, borgarstjóri í býnum frá sambært tíðindastovuni Reuters.

– Fleiri spreingingar í Darnytskyj og Dniprovskyj-býarpartunum av høvuðsstaðnum, skrivar hann á sosiala miðilin Telegram.

Hann sigur, at tilbúgvingin er á staðnum, og er í minsta lagi ein persónur koyrdur á sjúkrahús, men higartil eru ongar fráboðanir komnar um nakran, sum hevur latið lív.

Seinastu vikurnar hevur verið nøkunlunda friðarligt í Kyiv, eftir at russiski herurin hevur savnað seg meira um eystara partin av Ukraina. Millum annað hevur bardagi verið í býnum Sievierodonetsk í Luhansk-økinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder