Innanlands

Spreinging á Glyvursnesi gav hvøllan brest

Fólk í høvuðsstaðnum hoyrdu ein brest fyrr í kvøld

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-07-26 19:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fleiri í høvuðsstaðnum løgdu stutt eftir klokkan 18 til merkis ein hvøllan brest.

Løgreglan fekk fleiri fráboðanir um hetta, og greitt er at bresturin var ein spreinging í grótbrotilinum á Glyvursnesi.

Á Glyvursnesi verður sprongt til havnarútbyggingina, og hetta er ikki fyrstu ferð, at ógvusligar spreingingar eru at hoyra.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder