Innanlands

Spreingiarbeiðið gongur væl

121 metrar vórðu sprongdir í Eysturoyartunlinum í seinastu viku

2018-07-02 12:24 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tilsamans vórðu 121 metrar sprongdir í seinastu viku, so at nú eru 6.048 metrar sprongdir av teimum 11.250 metrunum, sum skulu sprongjast.

55 metrar vórðu sprongdir á Hvítanesi, so at har nú eru sprongdir 2.919 metrar. Frá rundkoyringini móti Hvítanesi vórðu 42 metrar sprongdir. Har eru tilsamans sprongdir 858 metrar. Og móti Rókini vórðu sprongdir 23 metrar, so at har nú eru sprongdir tilsamans 646 metrar.

Fylgjast kann við arbeiðinum her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder