Innanlands

Spreingiarbeiðið byrjar aftur á Stórubrekku

Hetta í sambandi við arbeiði við nýggja stóra røktarheiminum. Kommunan ætlar, at spreingarbeiðið skal vera liðugt í ár - sjálvt røktarheimið stendur eftir æltan liðugt í seinnu helvt av 2027

Tórshavnar kommuna og Articon arbeiða í løtuni við Føroya størstu røktarheimsverkætlan (Mynd: torshavn.fo)

Tórshavnar kommuna og Articon arbeiða í løtuni við Føroya størstu røktarheimsverkætlan (Mynd: torshavn.fo)

2025-10-29 10:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tórshavnar kommuna og Articon arbeiða í løtuni við Føroya størstu røktarheimsverkætlan.

Røktarheimið í Stórubrekku í Hoyvík verður væntandi liðugt í seinnu helvt av 2027. 

Heimið fevnir um 64 búpláss og dagtilboð til 50 eldri heimabúgvandi. Harumframt verða 16 røktaríbúðir til einstaklingar og pør, ið verða tær fyrstu av sínum slag her í landinum.

Les eisini: Skulu byggja nýtt røktarheim fyri yvir 300 milliónir krónur

Í dag verður spreingiarbeiðið tikið uppaftur. Tórshavnar kommuna skrivar, at sprongt verður leypandi frá í dag, til arbeiðið er liðugt.

Alt spreingiarbeiðið er væntandi liðugt í desember 2025.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder