Mentan

Spotify avdúkar hvør er gestur í Hoydølum í kvøld

Ávaring: Sangirnir, sum verða framførdir í fimtu og seinastu Hoydalar-sending verða avdúkaðir í hesi greinini

2026-03-05 09:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast framleiðararnir Finnur Koba og Maria Winther Olsen tá tey vitjaðu í útvarpsstovuni hjá KvF, ikki vildu avdúka, hvør er tónleikastjórnan, tá fimti og seinasti partur av tónleikasendingini Hoydalar verður vístur í KvF í kvøld, so eru tað nógv, sum longu hava gitt.

Og tað er heldur ikki heilt loyniligt.

Tí allir 25 sangirnir frá Hoydalar-røðini eru nú at finna á Spotify, og her verður avdúkað, hvør tann fimta og seinasta stjørnan er, eftir at vit hava uppliva ungu dugnaligu sangararnar syngja sangir hjá Martini Joensen, Eyðuni Nolsøe, Eivør Pálsdóttir og M.C. Restorff.

Vit fara heldur ikki at avdúka hvør fimta og seinasta ‘stjørnan’ er, men  vit kunnu avdúka so mikið, sum at

  • Anna Lovisa syngur ein sang, sum eitur “Eitt kvøldið so síðla”
  • Emma syngur ein sang, sum eitur “Aldan”
  • Bjarki syngur ein sang, sum eitur “Nú liggur ein kavafonn”
  • Filip syngur ein sang, sum eitur “Í dans”
  • Jóhanna syngur ein sang, sum eitur “Farin”
  • og Sophilia syngur ein sang, sum eitur “15 ár”

Allir 15 sangirnir frá Hoydalar'26 kunnu upplivast her:

 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder