placeholder
Innanlands

Spekulantar keypa bústaðir fyri millardir

Hvørt hetta kemur til Føroya ella ikki, kann sjálvandi vera torført at spáa um, men vandin er har. Seinnu árini hava útlendskir kapitalgrunnar í størri mun keypt upp ognir á danska íbúðarmarknaðinum, og hetta hevur skapt eina ávísa misnøgd millum danskar borgarar og kjak í fjølmiðlunum

Seinnu árini hevur hevur amerikanski spekulatiónsgrunnurin, Blackstone, keypt íbúðarbygningar í stórum tali í eitt nú Keypmannahavn (Mynd: tv2lorry.dk)

Seinnu árini hevur hevur amerikanski spekulatiónsgrunnurin, Blackstone, keypt íbúðarbygningar í stórum tali í eitt nú Keypmannahavn (Mynd: tv2lorry.dk)

2021-10-18 18:02 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

Dokumentarfilmurin PUSH, sum í 2019 avdúkaði amerikanska kapitalgrunnin, Blackstone, sum av álvara er farin undir at keypa ognir í nógvum býum, hevur elvt til víðfevnt kjak um vandan við hesi gongdini. Millum annað í Keypmannahavn hevði Blackstone tá keypt upp bústaðarognir fyri meira enn sjey milliardir krónur. Hetta tvingaði í stóran mun íbúgvarnar úr egnari íbúð, tí leigan hækkaði so nógv, at teir ikki høvdu ráð at vera búgvandi.

Dokumentarfilmurin lýsir, hvussu keypið av donskum ognum hevur elvt til hækkandi íbúðarprísir og húsaleigu, sum verða trýst so høgt upp, at nógvir leigarar hava verið noyddir at siga leigumálið frá sær. Sostatt verða hesir býirnir í alt størri mun bert fyri vælhavandi borgarar, tí onnur hava ikki ráð at verða búgvandi ella seta seg niður í har. 

Í ringasta føri, sum til dømis í London, fara íbúðirnar frá at vera bústaður til í alt størri mun at gerast spekulatiónslutir. Tað vil siga, at har eingin býr í teimum, tí íleggjarar og kapitalgrunnar keypa tær upp og umvæla tær við víðarisølu fyri eyga, og fáa harvið skjótan og góðan vinning burturúr. Sama skilið er í nógvum øðrum býum. 

Les alla greinina og fleiri aðrar ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder