Spania hevur stongt loftrúm sítt fyri amerikonskum flogførum, sum eru við í álopum móti Iran, sigur spanski verjumálaráðharrin, Margarita Robles.
Landið hevur frammanundan noktað at loyvt amerikonskum flogførum at brúka spanskar herstøðir í sambandi við álopini.
Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur áður hótt við at steðga allan samhandil við Spania, um landið ikki loyvir USA at brúka herstøðirnar.
Avgerðin hjá Spania um at steingja loftrúmið er í tráð við avgerðini hjá sponsku stjórnini um ikki at luttaka í krígnum móti Iran, sigur spanski búskaparmálaráðharrin, Carlos Cuerpo sambært Ritzau.
Forboðað er tó ikki galdandi í neyðstøðum, skrivar spanska blaðið El Pais.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald