
Spania eigur at boykotta Eurovision-sangkappingina næsta ár, um Ísrael luttekur, sigur spanski mentamálaráðharrin, Ernest Urtasun sambært altjóða miðlum.
– Vit mugu tryggja okkum, at Ísrael ikki lutekur í næsta umfarinum av Eurovision, sigur hann og vísir á, at fleiri onnur evropeisk lond eisini hava hótt við ikki at luttaka í altjóða sangkappingini.
– Sum Írland, Slovenia, Ísland og Holland, eigur Spania ikki at luttaka, um tað ikki eydnast okkum at fáa útihýst Ísrael.
Grundgevingin hjá londunum, sum hótta við at boykotta, er m.a. kríggið í Gaza.
Spanski forsætisráðharrin, Pedro Sánchez segði á vári í fjør eftir seinastu sangkappingina í Basel í Sveis, at Ísrael átti at verið útihýst.
Hann vísti tá á, at "eingin undraðist", tá Russland varð blakða úr kappingini orsakað av krígnum í Ukraina, og tað sama eigur at verða galdandi fyri Ísrael, segði hann.
Avgerðin liggur tó hjá spanska kringvarpinum RTVE, sum áður hevur sett spurnartekin við luttøkuna hjá Ísrael í Eurovision.
Spania er eitt av teimum fimm londunum, sum letur størstu fíggingina til sangkappingina. Av somu orsøk eru hesi londini síðan ár 2000 altíð sloppin beinleiðis í finaluna. Hini fýra londini eru Frakland, Italia, Stórabretland, og Týskland.
Luttøkan hjá Ísrael í Eurovision hevur ferð eftir ferð skapt kjak seinastu árini, eftir at kríggið millum Ísrael og Hamas brast á í oktober 2023.
Eftir ætlan skal næsta umfar av altjóða sangkappingini haldast í Wien í Eysturríki 12. - 16. mai næsta ár. Freistin hjá ymisku londunum at boða frá luttøku er miðskeiðis í desember í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald