Uttanlands

Spania: Hitabylgja sett nýtt met

Undir hitabylgjuni, sum herjaði í Spania í døgunum 3. til 18. august, hevur hitin verið omanfyri 45 stig, og hildið verður, at hitabylgjan hevur elvt til fleiri enn 1.100 andlát

Cordoba, Spania (Mynd: EPA)

Cordoba, Spania (Mynd: EPA)

2025-08-24 14:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hitabylgjan, sum herjaði í Spania í døgunum 3. til 18. august er tann higartil ógvusligasta hitabylgjan, sum er skrásett í landinum.

Undir hesari hitabylgjuni hevur hitin verið omanfyri 45 stig, og hildið verður, at hon hevur elvt til fleiri enn 1.100 andlát, skrivar tíðindastovan AFP.

Tann higartil ógvusligasta hitabylgjan varð skrásett á sumri í 2022, men hendan mánaðin hevur miðalhitin í Spania verið 4,5 stig heitari enn fyri trimum árum síðani.

Sambært serfrøðingum eru veðurlagsbroytingar orsøkin til hetta.

Síðan 1975 eru 77 hitabylgjur skrásettar í Spania, harav seks hava verið fýra ella fleiri hitastig yvir miðal. Fimm av hesum hitabylgjunum hava verið skrásettar síðan 2019.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder