Innanlands

Spæli- og trivnaðarpláss skal gerast í Sarpugerði

Hetta verður norðanfyri fótbóltsvøllin í Norðragøtu. 800.000 krónur eru settar av til arbeiðið, ið vónandi kann fara í gongd áðrenn summarferiuna, skrivar Eysturkommuna á heimasíðu sínari

Tað er økið við bláum, ið er avsett til spæliplássið (Mynd: eysturkommuna.fo)

Tað er økið við bláum, ið er avsett til spæliplássið (Mynd: eysturkommuna.fo)

2021-05-06 21:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Býráðið samtykti í síðstu viku at gera eitt nýtt spæli- og trivnaðarpláss norðanfyri fótbóltsvøllin í Sarpugerði í Norðragøtu, og 800.000 krónur eru settar av til arbeiðið.

Hettta skrivar Eysturkommuna á heimasíðu sínari.

Kommunan hevur biðið um tilboð frá veitarum. Ætlanin er, at arbeiðið kan fara í gongd hesumegin summarferiuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder