Mentan

Spæl Føroyskt vikan sett í kvøld

Setanin verður í Gulu Smiðju í Saltangará klokkan 18.15 – Spæl Føroyskt vikan heldur fram til og við sunnudagin 10. mars

Til setanina verða røður og tónleikaframførslur, har m.a. Knút Háberg Eysturstein fer at framføra eitt lag.

Til setanina verða røður og tónleikaframførslur, har m.a. Knút Háberg Eysturstein fer at framføra eitt lag.

2024-03-03 11:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í kvøld verður ársins Spæl Føroyskt vika sett. Setanin verður í Gulu Smiðju í Saltangará klokkan 18.15.

Tað eru Tónleikasamband Føroya og Kringvarp Føroya, ið skipa fyri Spæl Føroyskt vikuni.

Á skránni verða røður og tónleikaframførslur. Knút Háberg Eysturstein, Guðrið Hansdóttir og Áron Poulsen fara at framføra eitt lag, og Barbara Samuelsen, KVF, Siri Súsonnudóttir, TSF, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, siga nøkur orð.

Tiltakið er alment og verður eisini sent beinleiðis í útvarpinum í KVF.

Hóast setanin verður sunnukvøldið, hava Spæl Føroyskt tiltøk verið alt hetta vikuskiftið, og Spæl Føroyskt vikan heldur fram til og við sunnudagin 10. mars, skrivar Tónleikasamband Føroya í tíðindaskrivi.

Enn ber til at vera partur av Spæl Føroyskt vikuni við at senda teldupost til [email protected] og greiða frá tiltakinum, og nær og hvar tað verður. Til ber at síggja skránna og fylgja við Spæl Føroyskt vikuni á Facebook og Instagram.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder