Mentan

Spæl føroyskt á G!

Aftur í ár er G! við til at hátíðarhalda spæl føroyskt vikuna, og hvønn morgun fara fyriskiparar handan festivalin at kunngera eitt føroyskt tónleikanavn

Onnur føroysk kunngjørd nøvn higartil eru Einangran, Knút og Eivør

Onnur føroysk kunngjørd nøvn higartil eru Einangran, Knút og Eivør

2024-03-04 07:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Útlendsku nøvnini fylla nógv í prátinum gjøgnum árið, men hesa vikuna verður fokusið sett á føroysk nøvn. Og føroysk nøvn hava avgerðandi týdning fyri hvussu skráin verður myndað, og eru altíð við til at geva okkum ógloymandi løtur.

Summi eru ung, onnur tilkomin. Summi spæla mest úti í heimi og onnur mest her heima.

Hvør fuglur syngur við sínum nevi, og vit eru errin av øllum. Tónleikaríkidømið er sanniliga stórt í hesum landi.

Sjey føroysk nøvn leggjast komandi vikuna afturat skránni hjá G! í 2024, har onnur føroysk kunngjørd nøvn higartil eru Einangran, Knút og Eivør.

Fylg við á gfestival.fo, tí hvønn morgun hesa vikuna kunnger G! eitt spennandi føroyskt tónleikanavn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder