Innanlands

Sóu neyðrakett í Nólsoyarfirði

Tveir persónar sóu neyðrakettina tíðliga í morgun, men tá løgreglan fór út at kanna málið, var einki óvanligt at síggja

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-08-31 09:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tíðliga í morgun varð ein neyðrakett sædd í Nólsoyarfirði.

Tað var klokkan fimm í morgun, at tveir persónar í ávikavíst Hoyvík og Havnadali boðaðu frá, at teir høvdu sæð neyðrakettina út fyri Argjalandið.

Løgreglan fór út at kanna framvið og út frá landi, men einki óvanligt var at síggja, skrivar Vørn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder