Innanlands

Sótu ikki íbundin

Tá løgreglan kannaði ferðsluna til og frá skúlanum á Giljanesi fríggjamorgunin, vórðu fýra mál skrivað

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-09-16 11:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjamorgunin kannaði løgreglan ferðsluna til og frá skúlanum á Giljanesi, og í hesum sambandi vórðu fýra mál skrivað.

Ein koyrdi á prutli, hóast hann ikki hevði aldur at koyra, og hetta fer løgreglan at hava eitt álvarsligt prát við foreldrini um, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Ein bilførari koyrdi uttan trygdarbelti, og tveir aðrir bilførarar høvdu ikki syrgt fyri, at børnini høvdu neyðugu trygdarútgerðina, og tað fáa teir eitt klipp fyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder