Dagurin 13. november er serligur í Fraklandi. Í dag eru liðin júst 10 ár síðani ógvusliga yvirgangsálopið í Paris.
Henda dagin í 2015 vórðu kaffistovur, matstovur, konserthølið Bataclan og leikvøllurin Stde de France, har Frakland spældi móti Týsklandi, álopin innan fyri tríggjar tímar.
Tilsamans doyðu 130 fólk, meðan fleiri enn 490 fingu skaða. Yvirgangsfelagsskapurin Islamiskur Statur tók ábyrgdina fyri yvirgangsálopinum.
At tað nú eru tíggju ár síðan samskipaða álopið fór fram, verður markerað fleiri staðni í Paris í dag.
Eitt nú verður eitt minningarhald í eini lund, sum lat upp fyrr í ár til minnis um offrini. Her fara Emmanuel Macron, forseti, og borgarstjórin í Paris, Anne Hidalgo, at luttaka, skrivar Le Parisien.
Macron forseti fer eisini at leggja krans á støðunum, har álopini hendu. Eisini verður Eiffeltornið upplýst í bláum, hvítum og reyðum í dag, skrivar dr.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald