placeholder
Mentan

Sophie: Bárður Johannesen við nýggjum staklagi

Bárður Johannesen, sum hevur verið virkin sum tónleikari í Føroyum í fleiri ár, kemur nú við einum nýggjum staklagi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-12-14 16:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Staklagið eitur "Sophie", og er tað TUTL, sum gevur út.

Í síni tónleikakarrieru gjørdist Bárður Johannesen vinnari av prísi í The Great American Song Contest 2011 við instrumentala lagnum "Old Legends". Bárður Johannesen var eisini vinnari av sangkappingini Amnesty International í Føroyum við sanginum "Verð fyri øll".

Bárður var eisini finalistur í amerikansku sangkappingini "USA Songwriting Competition" og tilnevndur til "Underground Music Awards” í 2012.

Eisini varð hann valdur til besta danska artist í 2011 av størsta óhefta tónleikaportalinum í Danmark, Chartbase, og fyri fyrstu útgávu hansara sum solist, "Ancient Forgotten Stories" fekk hann 6 út av 6 stjørnum frá teimum.

Um Sophie

Orð og lag: Bárður Johannesen

Lagt sangin til rættis: Bárður Johannesen

Framleitt, tikið upp, ljóðblandað og ljóðmastrað í IntroVers Studio /Hans Poulsen.

Videolag: Bárður Johannesen

Videolag eftirviðgjørt:  Rógvi Rasmussen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder