Innanlands

Sonja Jógvansdóttir: - Hví hatar Jenis samkynd?

- Tín kvota, Jenis av Rana, av háð og spotti átti eftirhondini at verið uppi, skrivar Sonja Jógvansóttir í tíðargrein í Dimmalætting

Sonja Jógvansdóttir (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Sonja Jógvansdóttir (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-10-10 20:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Síðani Jenis av Rana gavst at brúka orðið kynsvillingur, hevur retorikkurin hjá miðflokkamanninum broytt seg til at vera: “hesi sokallaðu homoseksuellu”. Henda orðingin leggur upp til, at tað at vera samkyndur finnst ikki ella er ikki veruligt.

- Jenis av Rana brúkar eisini í heilum orðingina “ónormal” ella “ónormalt”, tá ið lgbt’arar ella lgbt-viðurskifti verða viðgjørd. Á sama hátt verða lgbt’arar bólkað, sum um vit eru okkurt uttanífrá – eitt skaðiligt rák í tíðini. Á henda hátt verður hildið fast við eina mynd og ímynd av “vit” og “tit” – nøkur eru røtt, sonn, góð og rættir føroyingar, meðan onnur óføroysk, siðspillandi og syndug.

Soleiðis skrivar Sonja Jógvansóttir, fyrrverandi tingkvinna, í tíðargrein í Dimmalætting í síðstu víku, og sum nú kann lesast á heimasíðuni dimma.fo.

- Eg ætli mær ikki at taka nakran rætt frá Jenis av Rana at hava sínar meiningar, men eg ætli mær at tala at, og tað skal gerast mín fremsta missjón komandi tíðina at tala at, tí nokk er nokk. Tín kvota, Jenis av Rana, av háð og spotti átti eftirhondini at verið uppi.

- Tíðin fer at vísa, um hann megnar ta ábyrgd, hann hevur sum landsstýrismaður, at umboða og virða allar føroyingar – eisini samkynd, tvíkynd og tvørkynd.

- Tað er tí meir neyðugt í dag enn nakrantíð áður at tala at, hvørja ferð Jenis av Rana fer yvirum mark, tí Føroyar eru annað, meir og betri enn hansara niðringar, skrivar Sonja Jógvansdóttir.

Les alla tíðargreinina her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder