Í farnu viku var tað Margreta drotning í Danmark, ið varð innløgd á sjúkrahús orsaka av bleiktran í hjartanum.
Í dag hevur norska drotningin, Sonja, avlýst almennu uppgávur sínar, vegna hjartableiktran. Drotningin skuldi saman við Haraldi kongi og Haakon krúnprinsi vera við til at taka ímóti indiska forsætisráðharranum, Narendra Modi, sum er á almennari vitjan í Noregi.
Eftir móttøkuna skuldi drotningin eisini vera við til eina døgurðamáltíð saman við Modi.
Í januar 2025 upplivdi Sonja drotning eisini bleiktran í hjartanum á einum skíðtúri. Tá fekk hon ein kvikil ísettan.
Les eisini: Sonja drotning skal eisini hava kvikil
Sum skilst, er drotningin ikki innløgd, og fyribils eru tað einans dagsins uppgávur, sum hon hevur avlýst.
Margreta framvegis innløgd
Margreta drotning í Danmark, liggur framvegis á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn eftir at hon fekk eina ballónvíðkan av krúnulívæðrini.
Drotningin hevur í sjúkrasongini fingið vitjan av soninum, Fríðriki kongi og ommudóttrini Isabella prinsessu.
Í morgun boðaði kongshúsið frá, at Margreta drotning hevur tað gott, men onki verður nevnt um, nær hon kann væntast at verða útskrivað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald