Innanlands

Sólvit Nolsø nýggjur kommunustjóri í Vestmanna kommunu

Hann byrjar í starvinum 25. august og gevst í løgtinginum

(Mynd: Vestmanna kommuna)

(Mynd: Vestmanna kommuna)

2025-08-04 11:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bygdarráðið í Vestmanna hevur valt at seta Sólvit E. Nolsø í starv sum kommunustjóra í Vestmanna kommunu.

Seks umsøkjarar vóru til starvið.

Sólvit E. Nolsø er tingmaður fyri Framsókn, og hann gevst í løgtinginum, tá hann byrjar í nýggja starvinum í Vestmanna tann 25. august.

Sólvit E. Nolsø er 39 ára gamal, er úr Dali, men býr í Havn saman við konu og børnum. Hann er útbúgvin MA í politikki og MA í evropeiskum viðurskiftum og hevur júst lokið diplomútbúgving í leiðslu. Sólvit E. Nolsø hevur royndir sum tíðindafólk, hevur verið landsstýrismaður í almannamálum og er í løtuni løgtingslimur.

Kommunustjórin hevur ein tvíbýttan leiklut sum fremsti ráðgevi hjá borgarstjóranum og bygdarráðnum, og er eisini umsitingar- og starvsfólkaleiðari. Í Vestmanna kommunu starvast umleið 100 fólk.

[object Object]Sólvit E. Nolsø fekk 249 atkvøður á løgtingsvalinum í 2022 og tryggjaði Framsókn triðja tingsessin (Mynd: Jens Kr. Vang)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder