Innanlands

Sólfríð Bech nýggjur leiðari á Kunningarstovuni

Sólfríð er 28 ára gomul og er av Tvøroyri

Mynd: Tvøroyrar kommuna

Mynd: Tvøroyrar kommuna

2019-06-18 20:33 Author image
Ari av Rana

Herfyri søkti Tvøroyrar Kommuna eftir nýggjum leiðara til kunningarstovuna, eisini nevnt Visit Faroe Islands á Tvøroyri. Nú er vorðið greitt, at tað verður Sólfríð Bech, ið verður nýggjur leiðari á Kunningarstovuni.

Sólfríð er 28 ára gomul og er av Tvøroyri. Hon hevur útbúgving innan altjóða fyritøkusamskifti og enskt, ið hon las í Ålborg.  Sólfríð hevur eisini lisið spanskt og italienskt, tá hon eitt tíðarskeið búði í St. Andrews í Skotlandi. Hon varð liðug við útbúgvingina í 2016 og flutti heim til Føroyar í 2017 - til Tvøroyrar á ólavsøku í 2018.

Hon er sera spent uppá avbjóðingina og hevur longu hugsað um ymiskt, ið hon vil gera okkurt munandi við. Millum annað sigur hon, at hon vil gjarna arbeiða fyri at Kunningarstovan skal gerast meira sjónlig á netinum og í tí sambandi kundi hon hugsað sær eina nýggja heimasíðu. Fyrsta tíðin fer tó sjálvandi við at seta seg inn í tingini og læra mannagongdirnar at kenna, skrivar Tvøroyrar kommuna á heimasíðuni.

At Sólfríð byrjar, merkir so eisini at onkur annar fer úr starvinum. Póla Strøm, sum í ein mannsaldur hevur verið leiðari á Kunningarstovuni, fer nú frá vegna aldur. Póla hevur verið ímyndin av Kunningarstovuni í so mong ár, at tað verður løgið at hon ikki longur tekur telefonina hjá kunningarstovuni, ella tekur ímóti teimum mongu vitjandi í móttøkuni. Póla fer tó ikki so langt, tí hon er byrjað í hálvtíðarstarvi í móttøkuni hjá Tvøroyrar Kommunu og eru vit í Tvøroyrar Kommunu sera glað fyri tað, tí Póla liggur inni við sera stórari vitan um mannagongdirnar í umsitingini hjá Tvøroyrar Kommunu.

Póla byrjaði í starvi sum kunningarleiðari í 1994 og hevur sostatt verið í starvinum í samfull 25 ár, nú hon gevst. Póla sigur at nógv er broytt seinastu árini og ferðafólkini eru fleirfaldaði, tað er gleðiligt, heldur hon. Póla hevur verið glað fyri starvið, men hon gleðist eisini yvir at hon nú kann fara niður í tíð og at hon kann lata starvið frá sær til ein annan.

Sólfríð byrjar 1. August.

placeholder
placeholder