Innanlands

Soleiðis sær veðrið út komandi dagarnar

Veðurforsøgnin sigur frá turrum veðrið fram til í annaðkvøld

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-01-18 12:27 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í dag og í morgin kunnu vit vænta okkum turt og stilt veður. Sunnudagin fer at regna, sigur veðurforsøgnin.

Í dag er lot til gul av útsynningi og landsynningi, millum 1,7 og 5,1 m/s. Einki avfall og hitin millum 5 og 6 hitastig.

Í morgin verður eitt sindur meiri vindur størsta partin av degnum, gul til andøvsgul av eystri og landsynningi, millum 3 og 8 m/s. Út á kvøldið veksur í vindinum til frískan vind av landsynningi, millum 8 og 11 m/s. Eitt sindur av avfalli verður um kvøldið, millum 0,1 og 0,3 mm. Hitin um 6 hitastig.

Sunnunáttin verður nakað av avfalli, millum 0,2 og 2,0 mm. Hann veksur í vindinum frá frískum vindi til strúkur í vindi, millum 9 og 13 m/s alt døgnið. Sunnudagin verður avfall, millum 0,7 og 1 mm. Hitin millum 4 og 6 hitastig.

Sí veðurforsøgnina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder